Site is under construction

Interview, Black Fog Rising

Link: https://kvf.fo/25?sid=93251

25 minuttir: Julie Sass
17-04-2019
Sissal Kampmann hittir Juliu Sass
Danska myndlistakvinnan, Julie Sass er útbúgvin úr New York og Keypmannahavn. Í hesum døgum hevur hon fyrstu solomyndlistaframsýning sína í Steinprenti við heitinum, Black Fog Rising.

Framsýningin er sett saman av heliografium, tekningum, málningum, steinprentum, stórum seymaðum verki og ljósinstallatión.

Hóast hetta er fyrsta soloframsýning hennara, er samstarvið við grafiska verkstaðin, Steinprent ikki nýtt. Samstarvið byrjaði nevniliga í 2013 við stóru verkætlanini, Grafisk Sambond, ið varpaði ljós á grafiska nýskapan. Síðan hevur Julie arbeitt fleiri ferðir í Steinprenti, og hevur m.a skapað tvær listabøkur á verkstaðnum, Volume Rythm Matter dialogues frá 2017 og Lemon Mood frá 2018, ið báðar eru umboðaðar í savninum hjá Metropolitan Museum of Art. Í samband við framsýningina, lat Julie triðu listabókina úr hondum við heitinum, Black Fog Rising.

Tak niðu